Catering

swirl-title-white

Her eru nøkur dømir, um hvat vit kunnu bjóða okkara kundum.
TRÝST á myndina niðanfyri.



Menu

swirl-title-white

Um tú hevur eitt serligt ynski til matskráð, so skal tað ikki vera nakar trupuleiki, vit eru her fyri kundan.


Forrættir

Húsasuppa v. heimabakaðum flutes (kryddbreyð) – 70,-

Aspargessuppa v. flutes – 65,-

Rækjubland v. flutes og smør – 65,-

Lakað toskastykki v. salati, flutes og smør – 70,-

Royktur laksur v. flutes og smør – 65,-

Meginrættir

Lambasteik við hvítum og brúnkaðum eplum,
grønmetið og sós – 180,-

Oksasteik við hvítum eplum, grønmetið,
honningstoktum leyki og soðsós – 180,-

Krúnhjortafile við hvítum og brúnkaðum eplum,
grønmetið, ribsgele og villinisós – 280,-

Grýturættur við svínakjøtið ella høsnarungakjøtið,
kokusmjólk, reytt og grønt karry og ymiskar fruktir.
Aftur við er rís og flutes – 85,-

Um tú hevur okkurt ávíst ynski um menu, so hoyra vit fegin frá tær. Eingin uppgáva er ov stór fyri okkum.

Omaná

Gammeldags trifla við buding, sviskum,
frukt og makrónur dippaðar í portvín,
pynta við róma – 50,-

Rabarbukompot við róma – 45,-

Heimagjørdan ís við rabarbum ella stikkelsber – 50,-

Heimagjørdur vaniljuísur og sjokolátakøka – 50,-

Buffét



Kaldir rættir

Sild krydd/marinerað – 20,-

Roastbeef v. remoulátu, piparrót,
agurk og leyk – 25,-

Skinka v. hunangmelón og italienskari salat – 20,-

8. Royktan laks v. eggjastandi, asparges og dild – 30,-

9. Gravaðan laks v. revasós – 30,-

10. Pastasalat v. skinku – 20,-

Ræst kjøt – 25,-

Skerpikjøt – 30,-

Rullupylsa – 20,-

Kjøtpylsa – 20,-

Rækjur í lime ella sitrón – 30,-

Purrusalat – 25,-

Brokkolisalat – 20,-

Fiskasalat – 30,-

Heitir rættir

Húsasuppa við kryddbreyði – 40,-

Orientalskt marinerað oksasteik – 50,-

Lamba og rullusteik – 50,-

Grýturættur v. høsnarunga ella svínakjøtið – 40,-

Kjøtfrikadellur v. eplasalati – 25,-

Basilikumeplir – 10,-

Hvít eplir – 10,-

Rómaeplir – 10,-

Rís – 10,-

Grønmetið – 7,-


Prísirnir eru fyri hvønn persón, og bílegging av í minsta lagið 10 rættum.
Min. 15 persónar, men vit geva saktans tilboð uppá størri veitslur.


Túrar

swirl-title-black

Massa eu augue condimentum, ut sollicitudin tellus vehicula. Curabitur tempor nisi et urna luctus, ut sodales ipsum tristique.

Túrar á Kalsoynni

Vit skipa fyri ymiskum túrum,  við staðkendum ferðaleiðara

Túrur út á Kallin, er ein sokallaður lættur túrur, har tey flestu kunnu verða við. Túrurin tekur áleið 2 tímar og er  ein sera vakur túrur.

Mikladalur

Hesin túrur er ikki minni spennandi, við góðum frásøgufólkið er tað ein sonn perla, at fáa søguna um hvussu kvinnur og menn kláraðu at lívbjarga sær í gomlum døgum. Mikladalsmenn vóru landskendir fyri sítt smiðjuarbeiði, og teirra bátasmíð. Ikki minni spennandi er at vitja og síggja stóra listarverkið av Kópakonuni, niðri á Stórakneysa.

Mikkjalssmiðja ecomusée

Á Trøllanesi er møguleiki at vitja smiðjuna hjá Mikkjal Joensen. her verður greitt frá hvussu arbeitt verður í essu og um jarnsmíð annars. Eisini er møguleiki, at keypa lutir, so sum snapsabikør,stakar, vínhillar o.m.a. avgjørt eina vitjan verd. Entre  70,-

Matpakkar til túrin

Hvat er betur enn ein matpakki í náttúruni. Vit gera matpakkar av ymiskum slag. Møguleiki er fyri, at bíleggja júst soleiðis  sum tú ynskir.

Vit geva tilboð til størri bólkar

We are an energetic and creative team. Would you like to join us?

Um okkum

swirl-title-black

Vit hava viljan til at skapa nakað


Hvat er viljin?

Viljin er ein lítil fyritøka, ið veitir tænastu innan matgerð og ferðavinnu. Vit byrjaðu við ferðafólkabáti, ið fekk navnið  Viljin. Navnið Viljin kom sera tilvildarliga,  tá ið svigarinnan ein dagin kom inn á gólvi, vit sótu júst og tosaðu um, hvat navn var hóskandi til ein ferðafólkabát. Tá sigur svigarinnan”  tað skal góður vilji til, at fara undir eina so stóra verkætlan á Kalsoynni, so tit burdu kalla bátin fyri Viljin”. Sum sagt so gjørt, báturin fekk navnið Viljin og  sjálvt um vit ikki hava bátin longur, hava vit avgjørt at halda fast við navnið. Ídag  arbeiða vit við matið árið runt, og ferðavinnu um summari.  Hetta er nakað, ið vit merkja, at fólk hava tikið sera væl  ímótið

Magni og Hannebeth

Magni er ættaður úr Vestmanna og hevur havt ymist arbeiði. Magni hevur siglt sum kokkur í Grønlandi, Norra og við fiskibátum undir Føroyum. Eisini hevur hann arb.við heimleysum o.a.

Hannebeth er av Húsum, hevur arb. mong ár í Havn við menniskjum við serligum tørvið. Vit  valdu at búðseta okkum á Húsum.

Tá ið man býr í einari so lítlari bygd, sær man ofta tørvin á hvat manglar. Tað komu javnan ferðaløg til bygdina (oynna) og høvdu ongastaðni at fáa sær ein kaffemunn frá.Tí valdu vit at opnað kaffé um summari.:-)





Kontakt

swirl-title-white

Set teg í samband við okkum í dag og fá eitt óbindandi tilboð. Nýt formularin her á síðuni, so venda vit aftur sum skjótast!

Navn (krav)

E-mail (krav)

Evni

telefon

Boð

Kópakonan

Ert tú á Kalsoynni og vitjar kópakonuna, ein túr útið á Kallinum, í Mikkjalssmiðju, á  Syðradali ella á Húsum, so liggur væl fyri at koma inn á gólvið og fáa ein bita.
Ring til okkum á +298222060